Um Okkum

Djurhuus Scandinavia er eitt nýtt merki innan urframleiðslu. Merki varð stovnað í 2023, og fyritøkan er úr Føroyum. Okkara seráhugi í dygdargóðari og einstakari sniðgeving er grundarlagið fyri framleiðsluni av okkara fyrsta uri, “North Atlantic”.

Vit stremba eftir at veita okkara kundum einstøk ur, sum endurspegla vakurleikan og harðførið í norðuratlantisku náttúruni.

Okkara ur eru haldgóðar vørur, framleiddar til at prýða títt handlið í mong, mong ár.

Sum ungir íverksetarar meta vit nøktandi kundatænastu høgt. Í Djurhuus Scandinavia eru vit til reiðar at veita tær víðfevnda hjálp og vegleiðing, tá tú hevur keypt eina vøru frá okkum.

Vit vóna, at tú fært gleði av okkara fyrsta serskilta uri, “North Atlantic”, og vit gleða okkum at halda fram at veita tær dygdargóð ur í ymiskum sniðum.

Toymið

Umframt at veita serstøk ur, leggur toymið í Djurhuus Scandinavia eisini dent á felagsskap og vinalag. Hjalti Kárason Djurhuus og Filip Zachariassen eru ikki bara samstarvsfelagar, men eisini góðir vinmenn. Hetta sambandið er endurspeglað í teirra arbeiði og kemur til sjóndar umvegis eina samanseting av kreativiteti, serkunnleika og einum sonnum áhuga fyri øllum, sum teirra virksemi inniber. Úr sínum kærleika fyri urum, hevur Hjalti fingið íblástur at sniðgeva og skapa síni egnu ur. Áðrenn hann stovnaði Djurhuus Scandinavia, hevur Hjalti ment síni evni við at skapa tvey kvartsur saman við einum øðrum merki. Dreymur hansara um at skapa einstøk mekanisk ur við íblástri úr føroyska umhvørvinum er grundarlagið fyri fyritøkuna Djurhuus Scandinavia.

Seinni er Filip vorðin partur av toyminum. Hann er bæði nágreiniligur og kreativur í síni tilgongd og leggur stóra orku í at hjálpa fyritøkuni at røkka einum størri skara. Samstundis leitar hann altíð eftur nýskapandi hættum at vísa merkið fram.

Við ivaleysum íblástri og eini ørgrynnu av hugskotum setur okkara unga merki sær fyri at sniðgeva fleiri kollektiónir í komandi árunum við einum einfaltum endamáli – at framleiða dygdargóð ur við føroyskum uppruna.